Skip to product information
1 av 8

Heim í Heiðarnar - turriklæði við blonduborda

Heim í Heiðarnar - turriklæði við blonduborda

Uppskrift.fo

Vakurt turriklæði við holufaldi og blonduborda. Tað er bundið sum eitt sjal, so tað situr so væl á herðunum.

Vanligur prísur 35,00 kr
Vanligur prísur Tilboðsprísur 35,00 kr
Tilboð Útselt
Við MVG

Turriklæðið er í familju við siðbundnu føroysku sjalini, men hevur tikið rákið til sín við smølu turriklæðunum og hevur soleiðis á heilt serligan hátt samantvinnað tað siðbundna og nútímans, og so hevur tað fingið lagt eitt fitt holufald afturat.

Breidd: 160 cm
Longd: 12-14 cm
Bindifastleiki: 14 eygu og 21 umfør á stokki 5mm: 10 x 10 cm
Stokkar og hekklinál: 5mm og 5.0 mm
Tógv: 100 g av Alpaca 1 frá Isager (bundið dupult) ella 50 g av Uno frá Navia

Nýt #HeimÍHeiðarnarTurriklæði tá ið tú deilir myndir av turriklæðinum á sosialum miðlum.

Hetta er ein talgild vøra. Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, fært tú uppskriftina senda beinleiðis til tín teldupost.

Vís nágreining