Hevur tú ein innara sniðgevara?

Í Føroyum hava vit nógv fólk, sum duga ótrúliga væl at binda "upp á giss", skapa síni egnu snið, og sum eru so ótrúliga kreativ.

Hvussu ger man?

Fyrst og fremst, so skalt tú hava okkurt at skriva niður á - og við.
Skriva alt niður, sum tú gert. Hvussu nógv eygu kastar tú uppá? Hvussu langur bleiv bulurin áðrenn nøkur broyting var? Skriva niður og ver sera nágreinilig.

Tá ið plaggið er liðugt skalt tú taka myndir.

Tak myndirnar um dagin, í góðum ljósi. Ikki á middegi, tí tá stendur sólin beint omanfyri okkum, so skuggarnir vera so tungir.
Um tú hevur bundið eitt klædnaplagg, fá so onkran at fara í tað heldur enn at leggja tað flatt.
Tak mynd av persóninum frammanífrá og aftanífrá, so at tey, sum skulu keypa uppskriftina, kunnu síggja hvussu plaggið sær út.

Ok, liðug. Hvat so?

Tá ið tú ert liðug, skalt tú seta tað saman. Fyri at gera tað lættari fyri teg, hava vit gjørt eina ókeypis skapilón, sum tú lætt kanst útfylla (leinki til skapilónina er niðanfyri). Í skapilónini sært tú eisini hvat er týdningarmikið at minnast til at skriva niður, tá ið tú bindir - sum t.d. hvat tógv tú brúkar, o.s.fr.

Nú er uppskriftin klár at verða útgivin, men um tú vilt hava uppskriftina uppaftur betri, so viðmæla vit at tillaga uppskriftina til minst tríggjar støddir (jú fleiri, tess betri), fáa plaggið royndarbundið og møguliga rættlisið og reinskrivað. Hesum kunnu vit hjálpa tær við. Set teg í samband við okkum, so kunnu vit ráðgeva tær og geva tær eitt tilboð.

Vit vilja hjálpa tær

Vit vilja gera tað lættari fyri øll at skriva uppskriftir. Í Føroyum hava vit nógv fólk, sum duga ótrúliga væl at binda "upp á giss", skapa síni egnu snið, og sum eru so ótrúliga kreativ, men tað kann vera torført at skriva niður, rokna um til fleiri støddir, fáa royndarbindarar o.s.fr.
Vit hava gjørt mannagongdina eitt sindur lættari, við at vit hava ment eina ókeypis uppskrift-skapilón, samlað eitt toymi av royndarbindarum, bjóða ráðgeving, rættlesnað og rætting av uppskriftum og við at vit fegnar vilja selja uppskriftina hjá tær fyri teg her á Uppskrift.fo