Ein serligur bindiklubbur

Vit hava ein serligan bindiklubba, og hann eitur Royndarbindararnir.

Royndarbindarar

Tá ið ein uppskrift verður skrivað, kann ein sniðgevari velja, at uppskriftin skal royndarbindast áðrenn hon verður givin út. Hetta fyri at tryggja sær, at alt er skrivað rætt og at uppskriftin gevur meining.

Tá ið tú ert ein royndarbindari hjá okkum, so fært tú tann heiður at sleppa at binda eina føroyska uppskrift áðrenn nakar annar.