Ein dreymur

Handan Uppskrift.fo standa 3 kvinnur við einum dreymi um eitt blómandi bindisamfelag og um at vera við til at varðveita og uppbyggja føroysku bindimentanina og -siðin. Hetta m.a. við at savna føroyskar uppskriftir á einum stað.

Føroyskar uppskriftir

Tað føroyska bindimálið er sera ríkt, og tað er gott at brúka til uppskriftir.

Fyri at varðveita tað føroyska bindimálið - tey góðu, gomlu orðini, sum vit hava hoyrt frá barnsbeini av - hildu vit tað vera týdningarmikið, at føroyskar uppskriftir (og harvið tað føroyska bindimálið) skuldu vera lætt atkomuligar. Tí hava vit í høvuðsheitum ikki lagt okkum eftir at skriva uppskriftir sjálvar, men valdu heldur at gera hesa heimasíðuna, so at øll, sum hava hug at skriva uppskriftir, kunnu fáa tær seldar her.

Vit vildu eisini gera tað lættari fyri øll at skriva uppskriftir. Í Føroyum hava vit nógv fólk, sum duga ótrúliga væl at binda "upp á giss", skapa síni egnu snið, og sum eru so ótrúliga kreativ, men tað kann vera torført at skriva niður, rokna um til fleiri støddir, fáa royndarbindarar o.s.fr.
Vit gjørt mannagongdina eitt sindur lættari, við at vit hava ment eina ókeypis uppskrift-skapilón, samlað eitt toymi av royndarbindarum, bjóða ráðgeving, rættlesnað og rætting av uppskriftum og við at vit vilja fegnar selja uppskriftina hjá tær fyri teg her á Uppskrift.fo