Skip to product information
1 av 1

Anna Maria - ókeypis mynsturdiagramm

Anna Maria - ókeypis mynsturdiagramm

Uppskrift.fo

Mynsturdiagrammið til 200 ára gomlu troyggjuna, sum bretar hava funnið fram nú, og sum framvegis er í perfektum standi.

Vanligur prísur 0,00 kr
Vanligur prísur Tilboðsprísur 0,00 kr
Tilboð Útselt
Við MVG

Uppkallað eftir skipinum, sum bretar rændu í 1807.

Mangt kann sigast um hetta fantastiska verkið, men um vit skulu stytta tað niður, so vóna vit at síggja nógvar nýggjar stimatroyggjur við hesum mynstrinum á ólavsøku.

Fyri at fáa diagrammið, skulu tit bara leggja vøruna í vognin sum vanligt og keypa hana. Hon kostar tó 0 kr, so tit skulu ikki gjalda nakað fyri hana. Diagrammið verður síðani sent til innskrivaðu teldupostadressuna.

Í teldupostinum fáa tit hetta stóra diagrammið (sí myndina), eitt endurtøku-diagramm og eitt svart-hvítt diagramm, sum tit sjálvar kunnu lita við teimum litunum, sum tit droyma um.

Hetta er ein talgild vøra. Tá ið tú keypir eina uppskrift á okkara nethandli, fært tú uppskriftina senda beinleiðis til tín teldupost.

Vís nágreining